Meant for Fishing

Netastovan er álítandi veitari, tá ið tað snýr seg um dygargóða útgerð til fiskiskap og aling. Vit virka í Føroyum. Her arbeiða vit tætt saman við viðskiftafólkum okkara. Harvið kunnu vit veita haldførar og munagóðar loysnir, ið eru sum smíðaðar til alt tað, ið fiskiskapur og aling krevja nú á døgum.

Nýskapandi reiðskapur til fiskiídnað á okkara leiðum

Netastovan varð stovnað á sumri í 2022. Navnið stavar frá søguligu Netastovuni í Klaksvík. Hesin varðin í søguni hjá býnum hevur røtur, ið røkka aftur um sekstiárini. Við virðing fyri hesum arvi hava vit og viðskiftafólk okkara starvað lið um lið frá byrjan. Vit hava knýtt sterk bond, ið síggjast aftur í øllum liðum av framleiðslumenningini.

Vit stremba eftir at arbeiða framsøkið fyri at betra trolútgerðina; serliga botntrol og rækjtrol. Vit bjóða heildarreiðskap, ið er sera væl mentur, tí vit arbeiða saman við somu fólkum, sum skulu brúka reiðskapin. Vit leggja dent á dygd, haldføri og ábyrgd fyri umhvørvinum. Vit tekna trol, ið eru lætt at toga, og sum minka oljunýtsluna. Harumframt umvæla og endurnýta vit brúktan reiðskap til tess, at hann skal vera burðardyggur frá byrjan til enda.

“Vit stremba eftir støðugum vøkstri, ið tænasta og nýskapan bera uppi.”

– René Havmand, stjóri

Vørur

Vit sniðgeva, framleiða og veita tænastu til dygdargóðan fiskireiðskap, so at hann kann styðja undir vinnuvirksemi í Føroyum, Grønlandi, Danmark og norðuratlantsumráðnum annars.

Botntrol

Rækjutrol

Uppsjóvartrol

Flatfiskatrol

Lína

Aliútgerð

Lyftigreiður

Álitisfelagar

Á Netastovuni arbeiða vit saman við einum úrvaldum bólki av samstarvsfelagum. Vit hava tað í felag, at vit við lív og sál ganga upp í dygd, nýskapan og álit. Samstarvið ger, at vit kunnu umboða og veita væl roynda útgerð og eftirkannað tilfar, ið lýkur krøvini í nútíðarfiskiskapi.

Vit kunnu breggja okkum av at veita vøru og lutir frá hesum viðurkendu feløgum; alt fyri at tryggja tað besta avrikið á sjónum.

Scroll to Top