Grundað á siðvenju
Netastovan varð stovnað í 2022 í Klaksvík. Felagið fær íblástur úr upprunaliga navninum, Netastovan, sum kom undan kavi áðrenn 1960. Vit halda ta stoltu, staðbundnu siðvenjuna í hevd við at vera framsíggin úr einum alheims sjónarhorni.
Frá byrjan hevur mál okkara verið greitt: At framleiða álítandi trolreiðskap av bestu dygd, og sum er gjørdur til tørvin hjá vinnufiskiførum á okkara leiðum. Tað byrjaði við botntrolum til partrolarar og onnur før, sum royna í Barentshavinum og undir Grønlandi. Nú er tað ment til at umfata rækjutrol og uppsjóvartrol, sum í løtuni verða ment.
Alt virksemi snýr seg um okkara viðskiftafólk
Vit arbeiða nógv saman við fiskiførum og fyristøðufeløgum fyri at kunna skilja teirra serstaka tørv; frá fyrsta uppkasti til lidna loysn og langtíðartænastu.
Hendan verkliga og samstarvsgrundaða tilgongd ger, at vit kunnu vera skjót í vendingini, menna varandi álit og veita útgerð, sum riggar tá ið á stendur í teirri veruligu verðini. Satt samstarv hevur við sær betri úrslit á sjónum. Hesum miða vit eftir.
Tilvísingar
Í viðskiftaskara okkara eru stásilig fiskifør og vird vinnufeløg í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Vit eru errin av at eiga lut í teirra viðgongd og gleða okkum til at menna nýggj samstørv, so hvørt sum vit vaksa.
Pelagisk/semi-pelagisk skip
Eysturbúgvin
- 352mtr gulllaksatrol
Norðingur
- 2600mtr svartkjaft
- 36mm 6×26 Double Dyform
Borgarin
- 2600mtr svartkjaft
Fagraberg
- 40mm 6×26 DY form. LHOL/RHOL
Norðborg
- 40mm 6×26 DY form. LHOL/RHOL
Polarhav
- 428mtr gulllaksatrol, posa og grunn
Stjørnan
Fuglberg
Skoraberg
Lemmatrolarar
Akraberg
- 470msk Turbot trol, posi og grunn
- 32mm 6×26 DYform. RHOL
Arctic Viking
496msk Arctic trol, posar og ristir
Enniberg
- 630 msk Arctic trol
Gadus
- 630 og 800msk Arctic trol, posar, ristir og grunnar
- 32mm 6×26 Double Dyform.RHOL
Kappin
- Bellur sng/dyneema. 440msk trol
Vesturvarði
- posi/millumstykki. Sng net
Polar Nanoq
- Bac 700msk trol og grunn
Sisimiut
- 550msk trol
Tuugaalik
- Bac 700msk trol og grunn
Rækjutrolarar
Arctic Viking
- 3000msk trol, posa, rist og grunn
- 30/32mm 6×26 DY form.RHOL
Svend C
- 3400msk trol, posi, rist og grunn
- 34mm 6×26 Double Dyform. RHOL
Tuugaalik
- Posar
Avataq
- 34mm 6×26 Dyform. RHOL
Polar Nattoralik
- 36mm 6×26 Dyform. RHOL
Skeljabátar
Norðheim
Partrolarar
Ametyst
Jaspis
Safir
Smaragd
Stjørnan
Polarhav
Fuglberg
Skoraberg
Vøkstur við meining
Røsk og eldhugað fólk reka Netastovuna. Vit veita fiskiførum í Føroyum, Grønlandi og Danmark tænastu og ætla at víðka virksemið til nýggj umráði um stutta tíð.
Vøkstur okkara er tilvitaður og burðardyggur. Vit halda fram at gera íløgur í okkara starvsfólk, framleiðsluføri og langtíðarsambond, sum lýsa best, hvørji vit eru. Mál okkara er at verða verandi ein máttmikil og álítandi felagi í framkomnum fiskiskapi í Norðuratlantshavi.